Skriva út
Lagt út: 19.10.2011

Maire Curie: tvey nýggj útboð

Í dag, 19. oktober hevur kommissiónin almannakunngjørt tvey úboð: Cofund og Industry Academia Partnerships and Pathways (IAPP).

Cofund er ein skipan sum stuðlar altjóða flytførisskipanum, sum virka fyri at styrkja um granskingar- og yrkismenningina hjá granskarum. Les meir á www.gransking.fo og á heimasíðuni hjá ES.

IAPP er ein skipan, sum virkar fyri at fáa vinnuligar og ikki-vinnuligar granskingarstovnar at arbeiða saman. Luttakarar í eini IAPP verkætlan eru universitet og alskyns fyritøkur - stórar sum smáar. Gjøgnum felags granskingarverkætlanir er málið við IAPP at styrkja um førleikaskifti (skills exchange) millum vinnuligu og ikki-vinnuligu sektorarnar. Les meir á www.gransking.fo og á heimasíðuni há ES.

Kunning um Cofund útboðið:
Umsóknarfreist: 15. februar 2012, kl. 17:00 lokal tíð í Bruxelles.
Fíggjarætlan: € 110 mio.
Kunningartilfar, arbeiðsætlan o.a.

Kunning um IAPP útboðið:
Umsóknarfreist: 19. apríl 2012, , kl. 17:00 lokal tíð í Bruxelles.
Fíggjarætlan: € 80 mio.
Kunningartilfar, arbeiðsætlan o.a.