Skriva út
Lagt út: 18.10.2008

Magni Mohr vart ph.d.-ritgerð 14. oktober

Týsdagin 14. oktober vardi Magni Mohr Ph.D.-ritgerð sína í humanari fysiologi við heitinum "Fatigue development in soccer with special reference to intense intermittent exercise". Hon er eisini komin út sum bók.

Ritgerðin var gjørd á "Department of Exercise and Sport Sciences" við Københavns Universitet. Jens Bangsbo, professari, hevur verið vegðeiðari.

Metingarfólkini vóru: 
Carlo Castagna, professari við School of Sport and Exercise Sciences, Faculty of Medicine and Surgery, University of Vergate, Rom, Italia,
Jørgen Wojtaszewski, lektari á Department of Human Physiology, Københavns Universitet
Kristian Overgaard, lektari á Department of Physiology and Sport Sciences, Aarhus Universitet

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum

Um ritgerðina:
Ritgerðin byggir á 13 vísindaligar greinar, sum allar eru prentaðar í altjóða tíðarritum. Í ritgerðini verður møði (fyrst og fremst vøddamøði) undir hørðum intervalarbeiði kannað, har m.a. fótbóltur verður brúktur sum arbeiðsmodel.

Trý sløg av møði, sum eru tengd at ymiskum fysiologiskum tættum verða lýst nágreiniliga:
1) Vøddamøði, sum mennist, tá vøddar arbeiða sera hart í stutt tíðarbil er ikki orsøk av vantandi orku í vøddakyknuni ella upphoban av mjólkasýru og protonum. Hetta slagið av vøddamøði er tætt tengt at órógv í iónjavnvágini í vøddanum, sum viðførir elektriskar broytingar, sum tarna evnini hjá vøddakyknunum at verða aktivera av nervaskipanini.
2) Vøddamøði, sum mennist, tá vøddar hvíla passivt í ov langa tíð (5-20 min), sum m.a. hendir í hálvleikinum í flestu bóltítróttagreinum. Orsøkin er partvíst fall í vøddahita, tarnað blóðrensl og vødda-oxygenupptøka, umframt lágur aktivitetur í týdningarmiklum vøddaenzymum.
3) Møði, sum mennist aftaná langt intervalarbeiði. Høvuðsorsøkin er mangul uppá vøddaglykogen í einstøkum vøddakyknum (ella lokalt í kyknuni). Ein alternativ orsøk er upphoban av ammoniak í heilanum, sum skabar órógv í transmittaraevnisjavnvágini, og tarnar evnini hjá heilanum at aktiverða vøddarnar (sentral møði). Enn ein onnur sannlík orsøk eru mikroskaðar í vøddakyknuni.

Hesir tættir eru kannaðir eksperimentelt í invasivum royndum við menniskjum sum royndarpersónum. 392 royndarpersónar luttóku í royndum, sum fyrst og fremst vóru gjørdar á Department of Exercise and Sport Sciences og Copenhagen Muscle Research Centre við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Tó eru royndir eisini gjørdar í Italia, Spania, USA, Onglandi og Svøríki í samstarvi við útlendskar granskingarstovnar.