Skriva út
Lagt út: 03.03.2012

Magni Mohr givið út bók um treystivenjing

Fitness Testing In Football er heitið á nýggjari bók, sum Magni Mohr hevur skrivað saman við danska professaranum Jens Bangsbo.

Bókin, sum er skrivað við støði í vísindaligu kanningunum hjá Magna Mohr og starvsfeløgum hansara, er ein praktisk bók, ætlað fótbóltsvenjarum. Talan er um lýsingar av ymsum testum, sum geva mát fyri, hvussu væl spælarararnir klára seg á ymsum økjum.  

Til ber at lesa um bókina á soccerfitness.com og at hoyra eitt longri innslag í sendingini Góðan Morgun Føroyar.

Magni Mohr arbeiðir sum granskari á Sport and Health Sciences, College of Life and Environmental Sciences, University of Exeter.

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum.