Skriva út
Lagt út: 10.05.2019

Magni Laksafoss vart ph.d. á Roskilde Universitet

Fríggjadagin 10. maj vardi Magni Laksáfoss ph.d.-ritgerð sína við Roskilde Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Færøernes økonomi - En analyse af økonomiens dynamik, historie og kilder til velstand".

Magni Laksáfoss hevur verið knýttur at Institut for Samfundsvidenskab og Erhverv í sambandi við ph.d.-verkætlanina. Jesper Jespersen, professari á  ISE, RUC, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Bent Greve, ISE, RUC, professari, dr. scient.adm., formaður
Lise Lyck, CBS, lektari emeritus, cand. polit.
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið, dekanur og lektari, ph.d.

Hanne Marlene Dahl, professari, leiddi verjuna.

Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her

Á myndini frá vinstru: Jesper Jespersen, Lise Lyck, Hans Andrias Sølvará, Magni Laksafoss og Bent Greve.  

Sí eisini Heilagrunnin.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.