Skriva út
Lagt út: 24.01.2013

Lýsing eftir fyrilestrum til Frændafund

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til føroysk-íslendska vísindaráðstevnu 24.-25. august 2013 um evnir, sum hava týdning fyri Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins, á Frælsinum 20, Tórshavn.

Frændafundur verður hildin 3. hvørt ár, aðruhvørja ferð í Føroyum og í Íslandi.

Ráðstevnan er fleirvísindalig, soleiðis at skilja, at granskarar og lesandi kunnu bjóða sær til at halda fyrilestur um eitt og hvørt evni, sum kann hava áhuga í Føroyum og/ella Íslandi.

Samstundis er ætlanin serliga at varpa ljós á film og føroyskt/íslendskt mál úr náms- og undirvísingarfrøðiligum sjónarhorni - tvey týdningarmikil og tíðarbær evnir, sum kunnu lýsast og viðgerast á ymsan hátt hvørt sær men eru harumframt samantvinnað í okkara modernaða veruleika.

Lýsing eftir uppskotum til fyrilestrar
Fyriskipararnir bjóða granskarum, lesandi og øðrum áhugaðum at senda uppskot til fyrilestur, sum tey hava hug at halda. Tað ber eisini til at bjóða fram verkstovu (workshop) við minst trimum luttakarum um okkurt ávíst evni. Fyrilestrarnir skulu vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað.

Ráðstevnumál eru føroyskt og íslendskt. Harumframt kunnu tey, sum ikki eru før fyri at halda fyrilestur á føroyskum ella íslendskum, nýta danskt, norskt, svenskt ella enskt. Fyrilestrarnir verða varpaðir upp á skíggja til tess at lætta um og styrkja fatanina.

Uppskot til fyrilestrar ella verkstovur skulu vera fyrireikarunum í hendi 3. apríl 2013. Vinaliga sendið uppskot (250-400 orð) til Lenu Reinert við telduposti lenar@setur.fo ella við vanligum posti til Lenu Reinert, Postrúm 272, 100 Tórshavn.

Nevndin viðger tey innkomnu uppskotini og svarar innsendarunum. Hava tit spurningar viðvíkjandi fyrilestrum ella ráðstevnuni eru tit vælkomin at skriva til Turið Sigurðardóttur turids@setur.fo ella Maríu A. Garðarsdóttur maeja@hi.is

Les meira um Frændafund 8 á setur.fo