Skriva út
Lagt út: 09.11.2021

Lýsing av støðuni hjá eldri føroyingum í koronutíðini

Ein grein um hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Greinin kallast: ”The Faroese Septuagenarians cohort: A comparison of well-being before and during the COVID-19 pandemic among older home-dwelling Faroese”. 

Høvundarnir eru: Eina H. Eliasen, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum.

Kanningin samanber einsemi, sjálvsmetta heilsustøðu og lívsgóðsku undir koronatíðini við, hvussu støðan var í 2018, áðrenn korona hjá, heimabúgvandi føroyingum í áttatiárunum.

Úrslitini vísa, at einsemið hækkaði, og fleiri eldri mettu heilsustøðuna at vera verrisamanborið við undanfarna ár. Lívsgóðskan sum heild var eitt vet verri undir koronatíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga. Hinvegin vístu úrslitini heldur óvæntað, at lívsgóðskan á sálarliga økinum og í umhvørvinum hækkaði eins og sosialu viðurskiftini, við tað at tey eldru søgdu seg vera sera nøgd við stuðul og hjálp frá familju og vinum undir koronatíðini.

Samandráttur av kanningini kann lesast her

Granskingin, sum er almannakunngjørd í greinini er stuðlað av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.