Skriva út
Lagt út: 24.03.2022

Lýsing av heilsu og gerandisdegi hjá føroyingum 75 ár og eldri

Landsfelag Pensjónista skipaði týsdagin 15. mars fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Støðan á eldraøkinum”.

Á skránni var m.a. framløga av kanning, sum Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur gjørt fyri felagið. Kanningin kallast: ”Heilsa og gerandisdagur hjá føroyingum 75 ár og eldri” og kann lesast her

Íalt 1012 luttóku í kanningini og hettar svarar til beint undir ein fjórðing av øllum føroyingum í hesum aldri. Kanningin fevndi um metta heilsustøðu, lívsstíl, gerandisdag, frítíðarvirksemi og framtíðina.

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, og Maria Skaalum Petersen, granskari, greiddi frá kanningini í Góðan morgun Føroyar

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini úr Sjúkrakassagrunninum.