Skriva út
Lagt út: 15.02.2010

Lyft ein svávulpinn uttan at nema við hann


Hevur tú hug at imponera tínar vinir við tínum kynstrum og vinna eina tjúgukrónu? So kanst tú vísa teimum, hvussu tú ert før/ur fyri at lyfta ein svávulpinn uttan at nema við hann! Eftir at tú hevur víst tíni kynstur, kanst tú seta prikkin yvir i’ið við at greiða frá, hvussu hetta er møguligt. Vitan er sakin!

Alt tær tørvar er ein tjúgukróna og eina svávuleskju. Tú lænir tjúgukrónuna frá einum vini og avtalar, at tú vinnur hana, um tú kanst lyfta ein svávulpinn uttan at nema við hann. Síðani setir tú tveir sváulpinnar fastar í svávuleskjuna og setur tann triðja svávulpinnin á tjúgukrónina yvir ímóti hinum svávulpinnunum, ið eru fastir í eksjuni. Svávulið á øllum trimum pinnunum skal nema við hvørt annað. Síðani festir tú í teir tríggjar pinnarnar. Eydnast tær at lyfta ein svávulpinn, so hevur tú vunnið tjúgukrónuna.

Svávulpinnurin lyftir seg av sær sjálvum og tú vinnur tjúgukrónina.

“Hví? Er hetta gandur?” Spyr vinurin. Tá kanst tú greiða frá, eins og evnafrøðingurin, Ib Johannsen, ger á videnkab.dk.
- Tá tú tendrar allar tíggjar pinnarnar, so festa teir seg til hvønn annan. Eftir at svávulpinnarnar eru blivnir fastir við hvønn annan, so verður tann eisini svávulpinnurin lyftur upp frá, við at pinnurin sjálvur bognar. Orsøkin til at pinnurin bognar er, at tá súrevni er til staðar, so verður træið hita upp, og tá verða nøkur eldfim gass leysgivin frá trænum. Gassið verður brent upp í eldinum og hitin fær enn meira gass at dampa.
 
Ib sigur eisini, at eldurin er mest á ovaru síðuni á svávulpinninum, tí er tað heitari á hesi síðuni. Tað førir við sær, at træið trekkir seg meira saman á hesi síðuni.

Kanst tú geva hesa frágreiðingina til tín vin, so hevur tú veruliga víst tína vitan, umframt at tú hevur ognað tær eina tjúgukrónu.

Hygg eftir hesi kykmyndini, so sært tú hvussu kynstri skal gerast.



Hesa vikuna fara vit á gransking.fo, at fylgja við í nøkrum kynstrum, sum verða víst á videnskab.dk. Vitja okkara síðu á gransking.fo

Kelda: videnskab.dk
Mynd: videnskab.dk