Skriva út
Lagt út: 30.01.2011

Lúsakríggj!


31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í Føroyum eins og í fleiri øðrum Norðanlondum. Gigni og Apoteksverk Føroya samstarva um at fyribyrgja og basa lús. Les um átakið Lúsakríggj 2011 her.

Nógvar meiningar eru um, hvussu best er at basa lús. Mong hava roynt lúsahársápu, sum er harður kostur fyri bæði lús og fólk. So nógv sápa hevur verið nýtt, at lýsnar blivu mótstøðuførar. Seinnu árini er vent aftur til góða gamla lúsakambin. Finnur tú lús, verður mælt til kanna alla familjuna og at kemba hárið væl annaðhvønn dag í tvær vikur, helst meðan hárið er vátt og hevur balsam í. Mælt verður eisini til at siga frá í skúla/barnagarði, so vinfólkini eisini kunnu kannast. 

Á Videnskab.dk verður greitt frá um eina dansk/turkiska kanning av, hvussu væl kembing virkar. Niðurstøðan er ikki óvæntað, at tað hevur størstan týdning, at øll verða kembd samstundis, annars er vandin fyri smittu aftur sera stórur. Hetta er niðurstøða, sum fleiri eru komin til og sum uttan iva er aftanfyri átakið Lúsakríggj! So her er eitt at gera, finn kambarnar fram :)

Hevur tú hug at lesa meira um lús og lúsaviðgerð, finst ein vegleiðing frá Det Jordbrugsvidenskabelige Fakultet við Århus Universitet her.