Skriva út
Lagt út: 31.10.2018

Lundin fitnar upp til 30 prosent um veturin

Jens-Kjeld Jensen hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um kanningar av lundum.

Greinin kallast: “Fit is fat: winter body mass of Atlantic Puffins Fratercula arctica” og er útgivin í tíðarritinum Bird Study. Høvundarnir eru Tycho Anker-Nilssen, Jens-Kjeld Jensen og Michael P. Harris

Granskararnir hava mátað og samanborið kropsmassan hjá lundum á sumri og vetri. Um summarið, tá teir hava pisur, eru lundarnir í Skotlandi og Noregi. Um veturin búleikast teir við Føroyar. Teir mátaðu veingjalongd og kropsmassa.

Mátingarnar vóru brúktar til at gera metingar av árstíðarbroytingini í kropsmassa. Í miðal økja lundarnir í Skotlandi og Noregi kropsmassan við 20-30% frá pisutíðini til veturin.

Úrslitini eru fyrst metingin av, hvussu fuglarnir broytast eftir árstíðini. Les allan samandráttin her. Sjálv greinin krevur hald.

Mynd: (c) Marita Gullklett og Jens-Kjeld Jensen