Skriva út
Lagt út: 22.05.2016

Lukka er um somu kor og rættindi til øll

Fríggjadagin 20. mai helt MBF ráðstevnu við heitinum Lívið hevur litir. Hetta var í Norðurlandahúsinum í sambandi við 35 ára dagin hjá MBF. 

Tiltakið endaði við, at bókin “Lukka” varð løgd fram. Hetta er ein bók, har ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, verður lagdur fram á ein einfaldan hátt. 

Føroyar hava við at taka undir við ST-sáttmálanum bundið seg til at tryggja teimum føroyingum, sum hava serligar avbjóðingar, somu kor og rættindi, sum aðrir føroyingar hava.

Sjálvur sáttmálateksturin er sum flestu slíkir tekstir tungur og torskildur at lesa. Í Lukka er sáttmálin tulkaður, so at hann saman við myndum kann geva børnum og vaksnum eina betri fatan av rættindunum.

Bókin er ókeypis, og ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag.

Til ber at hoyra Lukku sum ljóðbók her

Tóra við Keldu og Ása Olsen hava skrivað tekstin og Edvard Fuglø hevur teknað.

Útgávan hevur fingið stuðul ymsa staðni frá. Sjúkrakassagrunnurin hevur stuðlað arbeiðinum við bókini og útgávuni við kr. 95.000 frá Høvuðsøki 1.
 
Á hátíðarhaldinum handaði Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, fyrsta eintakið av Lukku sum takk fyri stuðulin.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.