Skriva út
Lagt út: 02.03.2020

Lógaruppskot um gransking, menning og nýskapan borið Løgtinginum

Uttanríkis og Mentamálaráðið  boðar í dag frá, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur borið Løgtinginum lógaruppskot um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Í tíðindaskrivinum verður sagt soleiðis:

"Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk økir, sum eru vorðin viðgjørd í ymiskum skipanum. Men í dag eru hesi økir nógv tættari knýtt og tvørgangandi, og tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki.

Mett verður, at vit í Føroyum eisini eiga at samskipa økini fyrisitingarliga, soleiðis at stuðulsumsøkjarin kann fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar, uttan mun til um talan er um gransking, menning ella nýskapan ella um tvørgangandi verkætlanir, sum fevna um fleiri av hesum økjum. Verður lógaruppskotið samtykt, fáa vit eina lóggávu, sum kann seta felags karmar fyri hesi økir og gera tað lættari hjá øllum stuðulsumsøkjarum, bæði tá talan er um gransking, menning og nýskapan.

Í uppskotinum er ætlan um at skipa eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan. Endamálið er at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum. Eisini skal ráðið kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samstarvi á økinum."

Lógaruppskotið hevur verið ávegis í rúma tíð. Tað byggir á arbeiðið hjá arbeiðsbólki, sum handaði Mentamálaráðnum álit í 2018.

Lógaruppskotið verður tøkt á heimasíðu Løgtingsins, tá tað er lagt fram.