Skriva út
Lagt út: 06.06.2020

Løgtingið samtykt lóg um gransking, menning og nýskapan

Hósdagin 4. juni samtykti Løgtingið endaliga nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Við hesi lógini fer lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006 út gildi. Hetta er lógin, sum millum annað fevnir um virksemið hjá Granskingarráðnum. Nýggja lógin fær gildi frá 1. januar 2021.

Stuðulsskipanir og virksemi, sum í dag liggja hjá Granskingarnevndini og skrivstovuni hjá Granskingarráðnum, verða løgd til nýskipaðu fyrisitingina sambært nýggju løgtingslógini.

Uttanríkis og Mentamálaráðið skrivar soleiðis um lógina:

”Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk økir, sum eru vorðin viðgjørd í ymiskum skipanum. Men í dag eru hesi økir nógv tættari knýtt og tvørgangandi, og tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki.

Tað er av týdningi, at vit í Føroyum eisini samskipa hesi økini fyrisitingarliga, soleiðis at stuðulsumsøkjarin kann fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar, uttan mun til um talan er um gransking, menning ella nýskapan ella um tvørgangandi verkætlanir, sum fevna um fleiri av hesum økjum.

Nú lógaruppskotið er samtykt, fáa vit eina lóggávu, sum kann seta felags karmar fyri hesi økir og eisini gera tað lættari hjá øllum stuðulsumsøkjarum, bæði tá talan er um gransking, menning og nýskapan.

Harafturat verður nú eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan skipað. Endamálið við ráðnum er at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum. Eisini skal ráðið kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samatarvi á økinum.

- Eg fegnist um, at vit nú hava savnað træðrirnar. Við hesi lógini hava vit fingið ein greiðan karm um gransking, menning og nýskapan, og eg eri sostatt vísur í, at hendan lógin – hesin felags karmurin - bæði fer at gera tað lættari há teimum, sum starvast innan økini, og eisini fer at vera við til at menna hesi økini í Føroyum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ”

Í næstum verður farið undir arbeiðið at seta nýggju lógina i verk.

Sí alt málið á logting.fo