Skriva út
Lagt út: 20.07.2010

Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni

Heimskendi norski antropologurin, Thomas Hylland Eriksen, kemur til Føroya at halda almennur fyrilestur í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikudagin, hin 4. august 2010, klokkan 19.30.

Skrá:

Thomas Hylland Eriksen, professari í antropologi, Universitetet i Oslo, heldur fyrilestur undir heitinum: Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni (á enskum)

Stegður við kaffi/te

Janus Hansen, lívfrøðingur og PhD-lesandi, heldur fyrilestur undir heitinum: Hvat gera vit fyri at verja okkara náttúru?

Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið skipa fyri.