Skriva út
Lagt út: 24.10.2008

Litava styrkir um teirra støðu í altjóða gransking


Kappingin um granskingarevrurnar úr ES er hørð. Londini í Europa eru samstundis greið yvir, at tað er av stórum týdningi at luttaka í altjóða granskingarsamstarvi. Fleiri av teimum Europeisku londunum hava tí sett á stovn skipanir, sum stuðla og eggja fyritøkum, stovnum og einstaklingum at luttaka í altjóða samstarvi. Eitt nú hevur Litava tann 22. oktober givið møguleika hjá Litaviskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum at søkja fíggjarligan stuðul til fyrireikingararbeið og liðugtgerð av umsóknum til ymiskar Europeiskar granskingar- og menningarskipanir.

Litava letur stuðul alt eftir, í hvønn mun tú ert knýttir at arbeiðinum við at skriva eina umsókn. Samskiparar fáa € 7000 og ‘workpackage’ leiðarar fáa € 4000.

Líknandi stuðulsskipanir eru eisini kendar aðrastaðni. Eitt nú hevur Forsknings- og Innovationsstyrelsen (FIST) í Danmark eina stuðulsskipan til fyrireiking av ES-verkætlanum. Í Danmark verður latið upp til 120.000 kr., í eini ‘krónu-til-krónu-skipan’. Tað merkir, at umsøkjarin sjálvur skal brúka eins nógvan pening til fyrireikingararbeiðið, sum veitt verður í stuðli frá FIST.

Les meir um donsku skipanina her