Skriva út
Lagt út: 21.09.2019

Lis Mortensen fekk ársins miðlaheiðursløn 2019

Á Vísindavøkuni 20. september varð kunngjørt, at Lis Mortensen fekk ársins miðlaheiðursløn.

Talan er um heiðursløn, sum Granskingarráðið í fleiri ár hevur latið á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling av gransking.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Uni Árting og Annika Sølvará.

Jón Brian Hvidtfeldt, segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2019 verður latin

Lis Mortensen 

tí hon á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru: 

  • miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara,
  • íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og
  • fangandi og kjakkveikjandi miðling.

Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur og hevur starvast á Jarðfeingi, áður Jarðfrøðisavninum, síðani 1990, frá 1994 í føstum starvi. Hon hevur í sínum arbeiði verið sera virkin og áhaldandi í miðling av gransking til almenning, bæði av egnari gransking og av gransking sum heild.

Hon er altíð fús at greiða frá í ymsum miðlum um serlig náttúrufyribrigdi, so sum skriðjulop, heitu kelduna í Kollafirði, um møguligar flóðaldur í Hvannasundi, steinsetingar frá ístíðini á Borðoyarvík, fyri at taka úr rúgvuni.

Hon er bæði at hoyra í útvarps- og sjónvarpssendingum og bæði fyri vaksin og børn. Fleiri minnast kanska sendingarnar við Mass Heina, sum tosaði við ymsar granskarar. Lis var ein av hesum. 

Hon hevur verið við í eini røð av átøkum fyri børn, sum á ymsan hátt kveikja áhugan fyri náttúruvísindum og gransking. Millum hesi eru átøk sum First Lego League og serliga EduArctic, sum er stór europeisk verkætlan fyri børn og ung. Lis hevur átt ein sera stóran leiklut í hesi ætlanini, sum endaði við ráðstevnu í Paris í summar. Hóast verkætlanin formliga er endað, so heldur kunningin fram umvegis heimasíðu og sosialar miðlar.

Lis var í fleiri ár ritstjóri á Frøði og eigur stóran part av æruni fyri, at Frøði enn kemur út.

Umframt vísindaligar framløgur úti og heima og undirvísing á Fróðskaparsetrinum, heldur Lis javnan almennar fyrilestrar fyri bólkum, t.d. fakbólkum, áhugafeløgum og skúlaflokkum. Hon heldur eisini faklig feltskeið fyri fólk í ferðavinnuni.

Bara í hesi vikuni hevur hon verið á ferð við Vísindavøkuni í Suðuroy við framløgu um náttúruarv og møguleikan fyri at stovna eina føroyska geopark við støði í Suðuroynni og á Miðnámi í Vestmanna um føroysku jarðfrøðina.

Lis arbeiðir í løtuni við møguleikanum at seta á stovn eina føroyska geopark. Hetta er sera aktuelt í mun til at finna javnvágina millum vaksandi ferðavinnuna og tørvin á at verja nátturuarvin. 

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Lis Mortensen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2019."

Umframt heiðursbrævið fær Lis Mortensen 5.000 kr.

Samrøða var við Lis Mortensen í Degi og Viku um heiðurslønina

Tey, sum áður hava fingið virðislønina eru:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr

Mynd: Jarðfeingi (c)