Skriva út
Lagt út: 16.02.2022

Lestrarstyrkur til ph.d.-verkætlan í Føroyum og Grønlandi

Havstovan bjóðar saman við Grønlands Naturinstitut nú lestrarstyrk til eina 3-ára ph.d.-verkætlan innan havlívfrøði.

Styrkurin er partur av verkætlanini "Marine top predators as ecosystem indicators in the central North Atlantic". Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum, og tann lesandi verður innskrivaður á Fróðskaparsetur Føroya.

Nærri lýsing av verkætlanini og kunning til umsøkjarar er at finna í ph.d.-lýsingini her.

Umsóknarfreistin er 1. mars 2022 kl. 12 (danska tíð)