Lektarar Á Setrinum
Skriva út
Lagt út: 24.03.2025

Lektarar á Setrinum fingið heiðursløn fyri góða undirvísing

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum hevur vunnið hálvaaðru millión krónur og herðaklapp frá Novo Nordisk Grunninum fyri framúrskarandi undirvísing

Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe, ið eru toymið aftan fyri masterútbúgvingina á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, hava fingið heiðurslønina fyri teirra stóra menningararbeiði av fakliga umhvørvinum fyri heilsuvísindi í Føroyum.

Grundgevingin hjá Novo Nordisk Grunninum fyri at lata teimum trimum heiðurslønina er, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum. Útbúgvingin leggur dent á heilsu og trivnað í oyggjasamfelagnum og hevur skapt eitt livandi útbúgvingarumhvørvi, sum gevur lesandi møguleika at menna sín fakliga profil.

Hvør teirra fær 25.000 kr., meðan restin av tí tilsamans hálvaaðru milliónini, fer til at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.

- Deildin hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu tíggju árini og hevur í dag breiðar heilsuvísindaligar førleikar. Útbúgvingin er vísindaliga sterk og við atliti at føroyskum viðurskiftum. Vit á deildini eru sanniliga glað og stolt av hesum heiðrinum, sigur Magni Mohr, professari og dekanur á deildini.

Hann leggur afturat, at hetta er eitt dømi um, hvat kann birtast, tá almennu Føroyar velja at marka pening til gransking á ávísum strategiskum øki.

Lesið meira á setur.fo.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum