Leikvísindi: Sig okkum, hvussu tit halda jól
Í desember hava vit í jólakalendaranum víst á, hvussu øll kunnu luttaka í gransking. Hetta kann gerast við at eygleiða, telja, taka royndir, taka myndir, máta, skráseta, fortelja og svara ymsum, sum granskarar kunna arbeiða við seinni.
Nú vit eru komin til jólaaftan, eru vit forvitin at vita, hvørjar jólasiðvenjur eru í Føroyum. Tì hugsa vit, at tað hevði verið áhugavert at gjørt eina roynd at savna íkast til gransking um jól fyrr og nú.
Tí heita vit á teg at hugsa um, hvørjar siðvenjur tit høvdu og hava á jólum. Tosa við onnur um hetta, skriva tankar og eygleiðingar niður og tak myndir.
- Hvørji eru tit, hvar eru tit, hvat gera tit undan og á jólum, hvat eta tit, nær, geva tit gávur, gera tit tað sama hvørji jól?
- Hvussu er kenslan, hvat er tað besta við jólunum, saknur tú nakað frá fyrr? Hvat kundi tú hugsað tær at gjørt komandi ár?
- Er annað um jól, sum tú hevur hug at fortelja og skjalfesta til eftirtíðina?
Send hesar hugleiðingar og myndir til okkara við telduposti. Minst til at siga, um tú ynskir at verða dulnevnd/ur ella um granskarar kunnu venda sær til tín seinni um hesar upplýsingar. Eisini er neyðugt at siga, um tú gevur loyvi til at brúka myndirnar alment.
Jú fleiri eru við, jú betri, tí fjølbroyttari og meira vitan fæst.
Send okkum títt íkast í seinasta lagi 15. januar 2025.
Vit geva Landsbókasavninum tilfarið at goyma til gransking.
Eitt sovorið átak verður kallað leikvísindi og er týðandi táttur í og stuðul til vísindaliga gransking.
Jólakalendarauppsløgini síggjast á Instagram og Facebook vangum okkara
Vit í Granskingarráðnum ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Mynd: torshavn.fo