Skriva út
Lagt út: 29.01.2020

Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar

Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, hevur saman við øðrum skrivað grein, sum er almannakunngjørd í Scientific Reports í Nature.

Greinin ber heitið "Unraveling the choice of the north Atlantic subpolar gyre index" og kann frítt lesast her

Hann sigur soleiðis um greinina:

- Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir eisini legu – summi ár rennur hann nokkso tætt fram við Newfoundlandi, meðan hann liggur longur suðuri onnur ár.

- Í nýggjari grein vísa vit, at skiftandi legan hjá Golfstreyminum broytir skapið á sonevnda subpolara meldrinum. Tá Golfstreymurin rennur norðarlaga, pressar hann kalda, feska og tøðevnisríka subpolara meldurin móti Føroyum - hitin og saltinnihaldið lækka, meðan gróðurin og liviumstøðurnar á Landgrunninum batna. Hinvegin flytir subpolari meldurin seg frá Føroyum, tá Golfstreymurin er meira sunnanvendur, og tá gerst bæði heitari og saltari kring Føroyar – men afturfyri verður minni av lívi í sjónum.