Skriva út
Lagt út: 15.02.2018

Laksalús smittar millum føroysku aliøkini

Tað er nú vísindaliga staðfest, at sterkt sjóvarfalsdrivið smittusamband er millum tey ymsu aliøkini í Føroyum. Hetta er niðurstøðan í eini vísindagrein, sum júst er komin út. Tróndur J. Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundi av vísindagreinini undir heitinum ’Identifying salmon lice transmission characteristics between Faroese salmon farms’. Hinir rithøvundarnir eru Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling, og André W. Visser og Ken H. Anderseen, sum báðir eru professarar á Dannmarks Tekniske Universitet (DTU) í Lyngby.

Í greinini verður víst á, hvussu sjóvarfalsrákið millum oyggjarnar kann bera laksalús millum aliøkini í Føroyum. Kanningararbeiðið er gjørt við, at ein bitlafylgimyndil er lagdur oman á úrslitini frá áður gjørdum teldusimuleringunum av sjóvarfalsrákinum. Í telduappini, sum vísir sjóvarfalsrák á snildfon, verða nýttar somu teldusimuleringar.

Úrslitini vísa, at innan fyri lívsskeiðið á umleið 16-17 dagar, sum lúsin hevur frá tí, hon verður klakt, til hon má finna sær ein vert, er møguligt, at øll aliøkini í meira ella minni mun kunnu bera smittuna sínamillum.  Eisini er staðfest, at økini eru rættuliga ymisk. Nøkur økir senda í stóran mun bitlar út av sínum øki til onnur, meðan onnur í størri mun taka ímóti frá øðrum.

Eisini eru nøkur økir, sum í stóran mun verða smittaði av bitlum, ið koma frá teimum sjálvum. Hetta verður vanliga nevnt sjálvsmittandi. Ein høvuðsorsøk til sterka sambandið millum aliøkini er, at tað er eitt miðalrák við klokkuni kring oyggjarnar, sum verður drivið av samspælinum millum regluliga skiftandi sjóvarfalsrákið og hellandi botnlendi.

Simuleringarnar vísa, at tá bitlarnir eru komnir út í sjóvarfalsstreymin og liggjandi miðalrákið, kunnu teir ferðast rættiliga langt yvir stutta tíð. Nøkur aliøkir liggja í ella nær við slík økir, meðan onnur liggja inni á meira friðarligum firðum, og tá kann tað taka nakað av tíð hjá bitlunum at koma út í fjarðarmunnan, har harða rákið er.

Úrslitini vísa, at fyri flesu aliøkir ferðast fleiri enn 50 prosent av bitlunum longur enn 50 kilometrar frá aliøkinum. Í nøkrum fáum økjum ferðast umleið 10 prosent av bitlunum longur enn 80 kilometrar frá aliøkinum innan tær stívu tvær vikurnar, sum ein laksalús livir í sjónum. Hinvegin syrgir miðalrákið kring oyggjarnar fyri, at bert fáir bitlar reka av landgrunninum, um ikki vindurin tekur hesar.

Í kanningararbeiðinum er ávirkanin av vindi og áarvatni á rákið ikki tikið við í hesi atløgu. Kortini verður mett, at nýggja vitanin kann verða til gagns í sambandi við menningina av niðurberjingarætlanum av smittu – í hesum førinum laksalús. 

Greinin er partur av ph.d.-verkætlan hjá Tróndi J. Kragesteen, sum hann í samstarvi við Fiskaaling ger á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Verkætlanin verður fíggjað av danska Innovationsfonden, Granskingargrunninum og Fiskaaling.

Øll vísindagreinin kann lesast her

Kelda: Fiskaaling