Skriva út
Lagt út: 17.11.2011

Kyksilvurávirkan sæst í heilaskanningum av børnum

Í nýggjari grein, sum Pál Weihe, Fróði Debes og onnur hava fingið prentað í nýggjastu útgávuni av  tíðarritinum NeuroToxicology, verður staðfest, at munur sæst á heilaskanning av føroyskum børnum, sum hava verið fyri størri og mini ávirkan av kyksilvuri í móðurlívi.

Talan er um kanning av 12 føroyskum dreingjum, um 15 ára aldur, sum hava verið við í stórari kanning hjá Deildini fyri Arbeiðs og Almanaheilsu síðani 1996. Dreingirnir fóru saman við familju og granskarum til eitt Neurosentur á Harvard, har teir vóru heilaskannaðir. Gjørd varð ein sokallað funktionel magnet scanning. Tað merkir, at meðan teir verða skannaðir, gevur sálarfrøðingurin teimum ymiskar uppgávur. Síðani sæst á myndunum, hvussu teir klára seg. Her sóu granskararnir mun á teimum, sum høvdu verið fyri nógvum kviksilvuri samanborðið við teir, sum høvdu verið fyri minni.

Niðurstøðan av greinini er, at royndinar við hesum slagnum av skanningum tykjast vera lovandi sum eitt amboð til at kunna ávísa heilabroytingar hjá fólki, sum hava verið fyri dálking av kyksilvuri o.l. í móðurlívi.

Greinin ber heitið: "Functional MRI approach to developmental methylmercury and polychlorinated biphenyl neurotoxicity" og kann lesast í fullari longd á ScienceDirect.

Meira um Pál Weihe í Heilagrunninum