Skriva út
Lagt út: 11.01.2012

Kunningarfundur um stuðulsmøguleikar

Hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan?

Hósdagin 19. januar skipa Granskingarráðið, Vinnuframi, Fiskivinnuroyndir og NORA fyri kunnandi fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Á skránni eru stuttar framløgur frá umboðum fyri stovnarnar um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Aftaná ein kaffisteðg verður høvi at seta ítøkiligari spurningar.

Fundurin verður í høllini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25, veghædd, hósdagin 19. januar kl. 15-16.30. Tiltakið er alment og ókeypis.