Skriva út
Lagt út: 24.03.2015

Kunningarfundur um JTI Bio-Based Industries

Tann 27. apríl 2015 verður kunningarfundur um JTI Bio-Based Industries í Keypmannahavn.

JTI Bio-Based Industries er nýtt alment-privat samstarv, sum m.a. telur Novozymes og DONG Energy. Samtakið er stovnsett við stuðli úr Horizon 2020 og leggur dent á tilfeingisbúskap. Endamálið er at stuðla skiftinum til burðardyggan búskap umframt at væntað verður, at verkætlanin kann fremja vøkstur og skapa størv, samstundis sum útreiðslur verða tálmaðar.   

Útboðið í JTI Bio-Based Industries í 2015 verður almannakunngjørt í apríl og freistin at søkja verður í september 2015.

Á kunningarfundinum verður sjóneykan sett á møguleikar hjá universitetum, GTS-instituttum, fyritøkum og øðrum at søkja stuðul úr JTI Bio-Based Industries.

Kunningarfundurin er almennur og ókeypis.

Fundurin verður á Aalborg Universitet København tann 27. apríl frá kl. 10.00 til 14.00.

Boða frá luttøku í seinasta lagi 17. apríl 2015. Melda til her

Les meira um JTI Bio-Based Industries her