Skriva út
Lagt út: 10.04.2018

Kunningarfundur um Horizon2020

Almennur fundur um Horizon2020 verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25, niðasta hædd, týsdagin 17. apríl kl. 14.30

Á fundinum verður greitt frá um Horizon2020 skipanina og ymsu møguleikarnar at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Víst verður, hvussu umsóknartilgongdin er skipað og hvørjir partar í umsóknini størstur dentur eigur at verða lagdur á.

Fyri tey, sum hava í hyggju at søkja um stuðul ella sum eru í gongd við at skriva eina umsókn, er hesin fundurin harumframt fyrireikingin til eina verkstovu saman við serfrøðingi. Tí verður eisini farið inn á evni og spurningar, sum kunnu verða viðkomandi hjá teimum, sum ætla at luttaka í verkstovuni. 

 

 

 

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.