Skriva út
Lagt út: 08.01.2014

Kunningarfundur um Horizon 2020

Granskingarráðið skipar fyri kunningarfundi mánadagin 13. januar kl. 14 - 16 á Havstovuni.

Kunnað verður yvirskipað um Horizon 2020, sum kom í gildi 1. januar, um vavið av skipanini og um stuðulsmøguleikar. Nøkur ítøkilig útboð fyri ymsu økini verða tikin fram og viðgjørd.

Fundurin er serliga ætlaður granskarum og fyritøkum, sum kundu hugsað sær at søkt stuðul til gransking og nýskapan frá ES, men øll eru vælkomin.
 
Høvi verður at seta spurningar á fundinum. Til ber eisini at senda okkum fyrispurningar frammanundan á gransking@gransking.fo.

NCP-umboðini hjá Granskingarráðnum leggja fram.

Umboðini eru :

Maria Dam - Umhvørvi og veðurlagsbroytingar
Hannes Gislason - Kunningar- og samskiftistøkni
Maria Skaalum Petersen – Heilsa
Jonhard Eysturskarð - Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni
Maria Húsgarð - NCP-samskipari, Legal & Financial, Orka, Sosial- og búskaparvísindi og hugvísind, Ideas/ERC, People, Science in Society
Annika Sølvará – National Coordinator, Research Infrastructures