SSD
Skriva út
Lagt út: 04.10.2026

Kunningarfundur um granskingarstuðul

Granskingarráðið hevur latið upp fyri umsóknum um stuðul til gransking í 2027. Umsóknarfreistin er 15. februar 2027 kl. 12.00.

Kunningarfundur um stuðulsmøguleikar, krøv og treytir verður mikudagin 7. oktobur kl. 14.00-15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, veghædd.

Kom og hoyr um, hvat kann stuðlast, hvør kann søkja og hvat umsøkjarar eiga at leggja dent á í umsóknunum. 

Reglurnar - Terms of Reference - fyri umsóknir eru dagførdar og ein neyvari vegleiðing gjørd. Mælt verður tí til, at bæðir nýggir og royndir umsøkjarar koma á fundin.

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru 9. mió. kr. settar av til hesa stuðulsskipanina.

Í 2026 var játtanarparturin sløk 18%, tí 8 av 46 umsóknum fingu játtaðan stuðul.

Eitt yvirlit yvir játtanarpart, verkætlanarsløg, stovns-, landa-, og kynsbýti í stuðulsskipanum, sum Granskingarráðið hevur fyrisitið frá 2006 til í dag, sæst her.