Skriva út
Lagt út: 02.05.2022

Kunningarfundur um COST

Eitt gott netverk styrkir møguleikarnar fyri luttøku í altjóða verkætlanum. Evropeiska skipanin COST hevur sum endamál at veita stuðul til netverk, sum fevna um gransking, menning og nýskapan. COST er stytting fyri European Cooperation in Science and Technology.

Ætlanin er at skapa betri møguleikar hjá teimum, sum arbeiða við gransking, menning og nýskapan at luttaka í COST netverkum. Í hesum sambandi verður kunningarfundur tann 2. juni, har stjórin fyri COST, Dr. Ronald de Bruin, fer at greiða frá virkseminum hjá COST og hvussu føroyingar kunnu luttaka.

Ein avbjóðing fyri føroyska luttøku í Horizon Europe er at finna røttu samstarvspartarnar til verkætlanir. Her kann luttøka í COST netverki verða loysnin, tí COST letur dyrnar upp til samstarvspartar um alt Evropa.

COST Actions eru fýra ára netverk, sum stimbra gransking, nýskapan og yrkisleiðir. Luttøka í COST netverki kann leggja lunnar undir samstørv millum granskarar og onnur, sum arbeiða við t.d. umsókn um stuðul til eina verkætlan.

COST bindir saman og slóðar fyri átøkum um alt Evropa og longur út í heim, soleiðis at hugskot á einum og hvørjum vísinda- og tøknifrøðiøki kann verða ment og verða til eina altjóða samstarvsverkætlan.

Tiltakið verður í Kongshøll tann 2. juni, fyrrapart. Tað er alment og ókeypis at luttaka.

Les um COST her