Skriva út
Lagt út: 07.12.2021

Kunningarfundur: Stuðul til gransking 2022

Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?

Hósdagin 9. desember kl. 9 skipar Granskingarráðið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir. 

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.

Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar.

Fundurin verður hildin á enskum á Zoom - til ber at luttaka á hesum leinki 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.