Skriva út
Lagt út: 06.11.2015

Kunningarfundir um Horizon 2020 mánadagin

Mánadagin 9. november verða almennir kunningarfundir um Horizon 2020 við serfrøðingum úr Brússel.

Fundirnir venda sær serliga til fyritøkur, ið hava áhuga fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir. Eisini onnur tvørgangandi evni verða viðgjørd, eins og komið verður inn á nýggju útboðini í Horizon 2020 fyri árini 2016/2017.

Umframt Anne Haglund-Morrissey, sum fer at greiða frá Horizon 2020 úr einum breiðum sjónarhorni, verður eisini Anna-Karin Runemo umboðandi EASME við á fundinum.

EASME stendur fyri “Executive Agency for SMEs” og er skrivstovan hjá ES Kommissiónini, sum tekur sær av fyritøkum, sum luttaka í m.a. Horizon 2020. Anna-Karin Runemo fer at leggja serligan dent á møguleikarnar hjá vinnufyritøkum at luttaka, bæði einsamallar og í størri netverkum.

Almennu kunningarfundirnir verða mánadagin 9. november.

Kl. 10.00 verður fundur í Vinnuhúsinum og
Kl. 14.30 verður fundur á Bókasavninum við Løkin í Runavík.