Skriva út
Lagt út: 20.06.2008

Kunningardagur um matvørugransking

Spennandi kunningardagur verður í Keypmannahavn um matvørugransking, fiskivinnugransking og biotøkni í FP7 eftir summarsteðgin.

 

Tann 5. september skipar EuroCenter nevniliga fyri einum kunningardegi um møguleikar innan matvøru skipanina í sjeyndu rammuskránni hjá ES.

 

Á skránni eru ymisk evni, sum miða ímóti at veita áhugaðum lættari atgongd til granskingarsamstarv umvegis sjeyndu rammuskránna.

 

Við til kunningardagin verða umboð frá Kommissiónini, fólk frá EuroCenter og persónar, sum hava drúgvar royndir við granskingarverkætlanum í ES høpi.

 

Millum evnini, sum ljós verður kastað á, eru:

  • Lýsing av matvøruskránni og nýggju arbeiðsætlanini, sum væntandi verður almannakunngjørt í summar.
  • Luttøku reglur
  • Hví luttaka í FP7 verkætlanum

 

Luttøka er ókeypis, men elektronisk tilmelding umvegis slóðina niðanfyri skal sendast áðrenn 29. august, 2008.

Nærri lýsing av tiltakinum og tilmelding á heimasíðuni hjá EuroCenter