Skriva út
Lagt út: 09.08.2010

Kunningardagur: Ocean of Tomorrow

9. september verður ein spennendi kunningardagur um tvørgangandi granskingarútboðið ‘Ocean of Tomorrow’. Á kunningardegnum verða fyrilestrar og serfrøðingapanel umframt at møguleiki verður at finna samstarvsfelagar innan júst hetta økið.

Endamálið við júst hesum tvørfakligu útboðnum er at stuðla undir menningina av maritimum virksemi og varðveitslu av heimshøvunum. Í útboðnum eru hesi evni í Cooperation umboðað: umhvørvið; orka; flutningur og , matvørur, landbúnaður, fiskivinna og bio-tøkni.

Á kunningardegum fer kommissiónin at greiða frá hugsanunum aftanfyri hesum útboðnum, háttinum at søkja um stuðul, og kasta ljós á smálutir í teimum evnunum í útboðnum. Møguleiki verður at seta spurningar, umframt at hava eitt stutt upplegg um egið verkætlanarhugskot.
----
Neyðugt er at tilmelda seg áðrenn 7. september her
Vitja serligu heimasíðuna hjá útboðnum her
Tak pdf faldaran ‘The Ocean of Tomorrow 2011' niður her