Skriva út
Lagt út: 02.06.2008

Kunninga- og samstarvsdagur um orku-gransking

   

Umhugsar tú at gera eina umsókn innanfyri orku í sjeyndu rammuskránni, so er gott høvi at møta møguligum samstarvsfelagum í Vienna fyrst í juli, og annars fáa kunning um evnið og opnað útboðið (callið).

 

Annað útboð í orku-skipanini er nevniliga lýst leyst. Umsóknarfreistin er tann 8 oktober 2008. Fyri at fremja samstarv og at kunna um granskingar- og menningar evnini, ið eru við í hesum útboðnum, verður skipað fyri einum kunninga- og samstarvsdegi.

 

Tíð og stað

2. juli 2008 í Vienna, TECHbase Vienna, Giefinggasse 2, 1210 Vienna

 

Á tiltakinum verður fokus sett á:

  • Kunning um Energy temað og innleiðslu í annað útboð í DG TREN
  • Kunning um nágreinilig viðurskifti við Concreto tiltakinum og frágreiðingar um væleydnaðar verkætlanir
  • Møguleikar fyri at fáa stuðul til at kasta ljós á serkunnleikan og verkætlanarhugskot hjá tíni fyritøku
  • Umstøður at finna møguligar samstarvsfelagar

 

Harafturat verður eisini møguleiki at geva eina stutta lýsing av tínum verkætlanarhugskoti og at lata seg skráseta til bilaterelt samstarvskjak.

 

Meir kunning um tiltakið á hesi heimsíðuni:

http://www.matchmaking.at/energycall2008