Skriva út
Lagt út: 29.01.2014

Kunning um møguleikar hjá fyritøkum í Horizon 2020

Granskingarráðið skipar fyri kunningarfundi í Vinnuhúsinum mánadagin 10. februar kl. 14 - 16. 

Horizon 2020 kom í gildi 1. januar 2014 og fevnir um stuðul til gransking og nýskapan á øllum økjum í samfelagnum. Í Horizon 2020 verður stórur dentur lagdur á at skapa vøkstur í smáum og miðalstórum fyritøkum, og hava føroyskar fyritøkur góðar møguleikar at luttaka og taka á seg avbjóðingar, sum skapa virksemi og nýggj størv. 

Kunnað verður um møguleikarnar fyri stuðli og ráðgeving til gransking og nýskapan í smáum og miðalstórum fyritøkum (SME). Eisini verður víst á møguleikar fyri luttøku í altjóða samstarvi og netverkum, m.a. stuðul til flytføri millum lond (Marie Sklodowska-Curie Action). 

Fundurin er serliga ætlaður vinnufyritøkum, men øll eru vælkomin.

Meira fæst at vita um tiltakið við at venda sær til Mariu Húsgarð, NCP-samskipara á tlf. 567802 ella maria@gransking.fo.

NCP-umboð hjá Granskingarráðnum leggja fram.

Umboðini eru :

Maria Dam - Umhvørvi og veðurlagsbroytingar

Hannes Gislason - Kunningar- og samskiftistøkni

Maria Skaalum Petersen – Heilsa

Jonhard Eysturskarð - Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni

Maria Húsgarð - NCP-samskipari, Flytføri, Smáar og miðalstórar fyritøkur, Løglig og fíggjarviðurskifti, Orka, Sosial- og búskaparvísindi og hugvísind, Ideas/ERC, People, Science in Society

Annika Sølvará – National Coordinator, Research Infrastructures