Skriva út
Lagt út: 08.04.2022

Kunning til ukrainskar granskarar

Føroyska EURAXESS tænastan er við í einum átaki, ið skal gera tað lættari hjá ukrainskum granskarum og ph.d. lesandi at koma til Føroya.

Á EURAXESS portalinum er ein nýggj síða við upplýsingum til ukrainskar granskarar, sum er partur av ES átakinum ERA4Ukraine. Kunning er bæði á enskum og ukrainskum um m.a. starvsmøguleikar, viðurkenning av próvskjølum og hjálp til bústað og ymsar tænastur.

ERA4Ukraine er eitt serligt átak, ið ES nevndin hevur sett í verk fyri at stuðla granskarum úr Ukraina við at kunna teir um møguleikar og hjálparátøk í Europa.

Føroyska EURAXESS tænastan er partur av evropeisku EURAXESS tænastuni, sum fevnir um umleið 600 tænastudeplar í 42 londum, sum eru limir í ES ella hava avtalur um granskingarsamstarv við ES.