Skriva út
Lagt út: 29.08.2007

Kunning: Føroyar og 7. rammuskráin

Fyrr í ár var roknað við eini avtalu millum ES og Føroyar um, at føroyskir granskarar kundu taka lut í granskingarsamstarvi innan 7. rammuskránna og fáa fígging til granskingina á jøvnum føti við ES lond.

Tað hevur drigið út við at fáa hesa avtalu í lag, og tað ber ikki til at siga við vissu, nær avtalan verður veruleiki.

Verandi støða hevur við sær, at Føroyar eru eitt triðjaland, sum hevur møguleika at vera við í granskingarverkætlanum í 7. rammuskráani hjá ES, innan FP7, tó so at eingin fígging verður veitt úr ES.

Frá almennari síðu verður framhaldandi arbeitt við at fáa avtaluna í lag. Á felagsnevndarfundi við ES í oktober í ár verður evnið uppafturtikið.

Tá ið vit á Granskingarráðnum vita meir um støðuna verður kunnað um hana.

Øll eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið fyri at hoyra nærri um 7. rammuskránna og granskingarsamstarv í ES.