Skriva út
Lagt út: 22.11.2018

Kristianna Lund Dam vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Kongshøll var á tremur seinnapartin 22. november, tá Kristianna Lund Dam vardi ph.d.ritgerð sína um upplivingar hjá fólki, sum eru vaksin upp við álvarsliga sálarsjúkum foreldrum.  

Heiti á ritgerðini er: "At navigere i en paradoksal tilværelse: En kvalitativ undersøgelse af barndommen og voksenlivet hos voksne børn, der er vokset op på Færøerne, sammen med forældre ramt af svær psykisk sygdom". Ritgerðini er sett saman av trimum vísindaligum greinum og einum samandrátti.

Høvuðsvegleiðari var Elisabeth O. C. Hall, RNT, MScN, PhD, Professor Emerita á Aarhus Universitet. sum eisini er adjungeraður professari í sjúkrarøktarfrøði á Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Tóra Petersen, sálarfrøðingur ph.d., hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Frederik Alkier Gildberg (formaður), ph.d., lektari í Retspsykiatri CPS, Institut for Regional Sundhedsforskning, Sundhedsvidenskabeligt Fakultet, Syddansk Universitet, og lektari í Retspsykiatri & granskingarleiðari á Psykiatrisk Afdeling Middelfart, Psykiatrien Region Syddanmark.

Ingela Skärsäter, professari i Omvårdnad med inriktning mot Hälsa och Livsstil, Högskolan i Halmstad, Akademin för Hälsa och Välfärd.

Lisbet Borge, fyrstiamanuensis dr.philos., Fakultet for helsefag, studiested Diakonhjemmet, Oslo VID vitenskapelige høgskole.

 

Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, bjóðaði vælkomin. Síðani tók Frederik A. Gilberg, sum var formaður í metingarnevndini, yvir. Hann innleiddi stutt og gav Kristionnu L. Dam 30 min. til at leggja sína gransking fram.

Kristianna L. Dam greiddi fyrst frá um evnið og serliga týdningin av at granska evnið í Føroyum. Hon greiddi síðani frá um metodu, innsavning av dátum og um informantarnar, og vísti við dømum á upplivingar hjá informantunum. Hon lýsti paradoksið, sum informantarnir vóru í sum børn, og hvørjar avleiðingar hetta hevur havt fyri tey sum vaksin. Hon greinaði hugtøk sum mótstøðutilfeingi og mótstøðuundirskot, sum hava týdning fyri, hvussu fólk klára seg.

Ingela Skärsäter var fyrsti andmælingur. Hon legði út við at spyrja um áhugan fyri evninum, hví Kristianna hevur valt at granska hetta evnið. Hon greiddi frá sínum arbeiðsroyndum sum sjúkrarøktarfrøðingur og síni undran um støðuna á økinum. Síðani varð serliga spurt um samandráttin og um grein 1.

Aftaná ein kaffisteðg fekk annar andmælingur, Lisbet Borge, orðið. Hon spurdi neyvari um grein 2 og 3 og um metodiska partin.

Frederik Alkier Gildberg, formaður, tók saman um verjuna. Síðani fór nevndin út á fund at meta um avrikið.

Aftaná fundin kunngjørdi formaðurin, at tey vóru samd um at mæla til at lata Kristionnu L. Dam ph.d.-heitið. Síðani handaði Sigurð í Jákupsstovu henni ph.d.-prógvið.

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið

Mynd frá vinstru. Tóra Petersen, Elisabeth Hall, Kristianna L. Dam, Ingela Skärsäter, Lisbet Borge og Frederik Alkier Gildberg.