Skriva út
Lagt út: 19.08.2010

Kristianna Hammer vart ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet

Týsdagin 17. august vardi Kristianna Hammer ph.d.ritgerð sína: “Portraying Hope – A study among women newly diagnosed with gynaecological cancer” á Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet.

Kristianna Hammer er frammanundan útbúgvin cand.cur. og hevur verið innskrivið á Syddansk Universitet.

Ritgerðin er samansett av eini almennum yvirlitsteksti fyri verkætlanina við litteraturávísingum, umframt trimum vísindalilgum greinum. Tvær av greinunum eru góðkendar ávíkavist í Scandinavian Journal of Caring Science og European Journal of Oncology Nursing, triðja greinin er latin inn til góðkenningar hjá tíðarritinum Qualitative Health Research.

Í metingarnevndini vóru:
- Eva Benzein, professari við Institutionen för Hälso- och Vårdvetenskap, Linnéuniversitetet, Svøríki
- Susan Rydahl Hansen, granskingarleiðari og ph.d., Forskningsenhed for klinisk sygepleje Bispebjerg og Frederiksberg Hospital og seniorgranskari við Palliativ Medicinsk Afdeling, Bispebjerg Hospital
- Niels Christian Hvidt, theol.dr. og lektari við Helbred, Menneske og Samfund, Institut for Sundhedstjenesteforskning, Syddansk Universitet. Hann er formaður í metingarnevndini.

Ole Mogensen, dr.med og professari við Gynækologi-Obstetrik, Klinisk Institut, Syddansk Universitet hevur verið høvuðsvegleiðari.

Elisabeth O.C. Hall, dr.med og professari við Afdeling for Sygeplejevidenskab, Institut for Folkesundhedsvidenskab hevur verið projektvegleiðari.

Harafturat hevur Karen Vibeke Mortensen, cand. psych, dr. pæd. og adjungeraður professari við Institut for Kommunikation, Aalborg Universitet verið hjávegleiðari.

Les um Kristionnu Hammer í Heilagrunninum