Skriva út
Lagt út: 21.04.2022

Kríggið í Ukraina hóttir týðandi gransking

Kríggið í Ukraina kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri týðandi gransking í veðurlagi og lívfrøðiligum margfeldi. Tað skrivar Videnskab.dk.

Fleiri granskingarverkætlanir eru í stórum vanda fyri at detta niðurfyri, tí vesturlendskir granskarar ikki sleppa til Russlands at granska. Serliga gransking í pørtum av Arktis og í Sibiria hevur stóran týdning fyri at fáa meiri vitan um ávirkan av veðurlagsbroytingum. 

Alt granskingarsamstarv við Russland er steðgað, og vesturlendskir granskarar fáa tí ikki longur lut í russiskari vitan um veðurlagið og lívfrøðiliga margfeldið í økjum, sum hava serstakan gróður, millióna ára gamlar steinrenningar og sjáldsom djóra- og plantusløg.

Danski granskarin Jeppe Kristensen er ein teirra, ið nú noyðist at gevast við síni gransking í Russlandi. Hann skuldi saman við granskarum frá Oxford Universiteti seta upp eina eftirlitsskipan í náttúruøkinum Pleistocene í Sibiria, har roynt verður at endurskapa eitt landslag frá seinastu ístíðini.

Kamelar, bisonoksar, villir hestar og fleiri onnur stór súgdjór, ið fyrr livdu náttúrliga í slíkum økjum, eru sett út í náttúruøkið. Ætlanin er at kanna, um tað ber til at endurskapa lívfrøðiliga margfeldið í økinum. Eftirlitsskipanin hjá granskarunum skuldi  skráseta, hvørja ávirkan djórini hava á føðsluevni og kolevni í jørðini, og hvussu skiftið av vakstrargassum og vatni millum jarðarskorpuna og lofthavið er. Gransking av hesum slagi hevur stóran týdning fyri at fáa meira vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum.

Nú alt samstarv við russiskar granskingarstovnar er steðgað, óttast Jeppe Kristensen fyri, at tann stóra granskingarverkætlanin í Pleistocene náttúruøkinum, ið byrjaði fyri 30 árum síðani, fer fyri bakka.