Skriva út
Lagt út: 10.10.2008

Konufólk og litt eru ikki egnað til forsetaembæti

Amerikonsk børn hava sína fatan av, hví einans hvítir menn hava sitið í forsetasessinum í Amerika.

Síðan tann fyrsti amerikanski forsetin tók við í 1789 hava einans hvítir menn sitið í hesum starvinum. George W. Bush er tann 43. í røðini. Til valið í november er møguleiki fyri, at amerikanarar fáa tann fyrsta litta persónin í forsetasessin.

Er tað tilvildarligt, at einans hvítir menn hava sitið í hesum høga starvi? Ella hevur tað sínar orsøkir? Amerikonsk børn hava sína fatan av støðuni

Í 2006 var ein spurnarkanning gjørd av Rebeccu Bigler, frá University of Texas og hennara samstarvsfeløgum frá Univerity of Kansas. 205 børn í aldrinum frá fimm til tíggju ár, vóru spurd um, hvat tey hildu var orsøkin til, at einans hvítir menn vóru forsetar.

Sjálvt um tey flestu børnini mettu, at fólk uttan mun til kyn og húðalit áttu at kunna stýra landinum, var úrslitið av spurnarkanningini var ikki tespiligt. Tveir triðingar av teimum hildu, at konufólk og myrk ikki vóru egnaði ella, at tað var ólógligt hjá konufólki og myrkum at vera forseti.

Ein triðingur helt at orsøkin var diskrimination ella rasisma.

Kelda: Forskning.no, sum hevur meir um evnið.