Skriva út
Lagt út: 20.05.2016

Komin langt uppá 20 ár, men fleiri avbjóðingar eru fyri framman

Fríggjadagin 13. mai varð hátíðarhildið, at tað eru 20 ár síðani, at fyrsta føroyska granskingarráðið varð sett á stovn við lóg.

Lógin um granskingarráð varð samtykt 14. mai 1996 við 21 atkvøðum fyri, 2 blonkum og 6 ímóti. Hon varð lýst 20. mai til at koma í gildi á Ólavsøku.

Dagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum við røðum og framløgum, sum bæði litu aftur um bak og frameftir.

Guðrið Andorsdóttir forkvinna bjóðaði vælkomin. Les vælkomuheilsanina her

Eilif Samuelsen, sum legði fyrsta lógaruppskotið fram sum landsstýrismaður í granskingarmálum, greiddi frá tankunum og ætlanunum í 1996. Hann segði m.a.: “Ein av høvuðsætlanunum við Granskingarráðnum var, at tað skuldi virka sum ein katalysator, sum við tíðini kundi seta rættiliga gongd á miðvísa føroyska gransking. Við tí einu milliónini á granskingarkontuni var eyðsæð, at hon gjørdi einki summar; men framtíðarætlanirnar vóru miðvíst at hækka hesa játtan, so at hon skjótt skuldi fara at muna.” Les røðuna her

Pál Weihe, professari og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hugleiddi fyrst um, hví vit granska. Hann samanbar síðani føroysku granskingarsøguna við íslendsku og metti um, hví vit enn eru eftirbátar í mun til Ísland. Síðani greiddi hann frá sínum royndum við gransking og fíggingarkeldum. Hann metti, at stuðulin úr Granskingargrunninnum hevur stóran týdning, men at leikluturin hjá Granskingarráðnum sum talsmaður, umboð og eygleiðari fyri føroyska gransking eisini er týdningarmikil. Les framløguna her

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiddi frá virkseminum farnu 20 árini og um tær broytingar og ta menning, sum er farin fram hesi árini. Hon legði serligan dent á týdningin av at virksemið varð skipað í grunni, sum kann fíggja verkætlanir yvir fleiri ár, og á fakligu metingarskipanina, sum er við til at góðskutryggja og hækka góðskuna á verkætlanum. Hon vísti í tølum á, hvussu stóran mun stuðulin til gransking hevur gjørt fyri at seta nýggjar granskarar við, og á munin, sum ráðgevandi og kunnandi parturin hevur gjørt. Hon endaði við at siga, at Granskingarráðið bæði kann og eigur at spæla ein nógv størri leiklut á granskingarøkinum í framtíðini. Les røðuna her

Fimm granskarar, sum hava fingið játtað stuðul til verkætlanir úr Granskingargrunninum, greiddi stutt frá, hvat tey hava fingið stuðul til og hvønn týdning stuðulin hevur havt. Hesi vóru Gunnvør á Norði, Bergur Djurhuus Hansen, Agnes Mols Mortensen, Erland Viberg Joensen og Jónrit Halling. Tey vístu á hvønn sín hátt á, at hesin stuðulin hevði verið avgerandi fyri, at tey kundu fara undir ph.d. lestur og halda fram á yrkisleið sum granskarar á almennum stovnum og í vinnu.

Martin Zachariassen, fyrrverandi formaður í granskingarnevndini og dekanur á Syddansk Universitet, legði út við at tosa um, hvat gransking er. Hann metti um status og ávirkanina av granskingarpolitikkinum Vitan og vøkstur, sum hann var við til at gera. Hann gjørdi at enda eina varisliga SWOT-analysu útfrá sínum royndum sum formaður og sum professari og granskingarleiðari. Hann vísti á tørvin at fáa savnað og styrkt granskingarumhvørvið og serliga á tørvin á eina klára og fasta politiska kós, sum eisini var ætlanin við granskingarpolitikkinum. Les framløguna her

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hugleiddi eisini um gransking og týdningin fyri samfelagið. Hon endurgav ætlanirnar fyri gransking úr samgonguskjalinum og greiddi frá, hvussu samgongan ætlar at raðfesta á granskingarøkinum komandi tíðina. Ætlanin er at orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk, sum í størri mun samskipar og sameinir granskingareindirnar, grunnarnar og ymsu ráðgevarnar, so størri heild verður á økinum. Eisini er ætlanin at endurskoða lóg um gransking saman við Granskingarráðnum og øðrum viðkomandi pørtum. Les røðuna her

At enda kunngjørdi Guðrið Andorsdóttir, hvørjar verkætlanir fáa stuðul úr granskingargrunninum í 2016. Talan er um 11 styttri og longri verkætlanir á fleiri ymsum økjum. Les um verkætlanirnar her

Ymiskt kunningartilfar varð gjørt til dagin. Les meira um hetta her

---

Myndin er av Granskingarnevndini og stjóranum í Granskingarráðnum.

Aftast frá vinstru: Durita í Grótinum fyri arbeiðsgevarafeløgini, Jákup Mørkøre fyri Vinnumálaráðið, Richard Schwartsson fyri Heilsumálaráðið.

Fremst frá vinstru: Annika Sølvará stjóri, Guðrið Andorsdóttir forkvinna fyri Mentamálaráðið, Tonja Ziskason fyri Mentamálaráðið, Eyð Eidesgaard fyri Fiskimálaráðið og Gestur Hovgaard, næstformaður, fyri arbeiðstakarafeløgini.