Skriva út
Lagt út: 29.04.2015

Komandi kunningarfundir um Horizon 2020

Granskingarráðið luttekur á Atlantic Fair í Klaksvík í døgunum 12. til 14. mai. Vit fara at halda til á bási B-119 saman við Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum.

Mikudagin 13. mai kl. 15.00 verður framløga um møguleikarnar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum at søkja stuðul úr Horizon 2020. Eisini verður víst á stuðulsmøguleikarnar hjá Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum.

Seinnapartin hósdagin 21. mai verður farið ígjøgnum flytføri skipanina, Marie Sklodowska-Curie Actions. Víst verður á, hvussu ph.d skúli kann verða skipaður og hvørjir møguleikar eru hjá einstøkum granskara at søkja stuðul. Eisini fer Ólavur Gregersen stjóri á Syntesa at greiða frá sínum royndum við serligum denti á nýggjastu verkætlanina við stuðli úr flytføri skipanini. Fundurin verður í Havn.

Seinnapartin mikudagin 27. mai verður kunningarfundur í Norðurlandahúsinum. Granskingarráðið hevur tá vitjan av starvsfeløgum frá Rannís úr Íslandi, sum fara at greiða frá, hvussu man í Íslandi hevur gjørt fyri menna luttøkuna í Horizon 2020. Serligur dentur verður á flytføri, tí mett verður at góðir møguleikar eru fyri stuðli úr hesi skipan. Onnur evni verða eisini umrødd.

Neyvari kunning kemur seinni, men set longu nú krossar í kalendaran.