Skriva út
Lagt út: 09.05.2012

Klárt at byggja um til Granskingarlundina

Loksins verður farið undir at umbyggja bygningin hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum. Í gjár vóru sáttmálarnir um at innrætta teir 1400 fermetrarnar undirskrivaðir.

Partafelagið iNOVA skal reka Granskingarlundina, sum skal hýsa starvsstovum, skrivstovum og øðrum. Roknað verður við, at tað verður klárt at byrja um eitt hálvt ár.

Hoyr samrøðu við Regin W. Dalsgarð, nevndarformann fyri Vinnuframa, í Góðan Morgun Føroyar

Hoyr samrøðu við Jógvan jespersen, nevndarformann fyri iNOVA, í útvarpstíðindunum