Skriva út
Lagt út: 01.12.2009

Klaksvíkar Søga 2 útkomin

Sprotin hevur givið út bók hjá Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, um Klaksvíkar Søgu. Hetta er onnur bókin í røðini av trimum, fyrsta bind kom í august 2008.

Framløga av bókini "Klaksvíkar Søga, 2. bind frá fríhandli til seinna heimskríggj, 1856 til 1940" verður í Býráðshúsinum í Klaksvík 3. desember kl 19.30.

Hans Andrias Sølvará hevur verið løntur av Klaksvíkar Kommunu í góð 2 ár, meðan hann hevur skrivað fyrstu tvær bøkurnar. Hann hevur síðani 1. november verið í starvi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum sum adjunktur. Triðja bind av Klaksvíkar Søgu skal eftir ætlan koma út um umleið 2 ár.

Les meira um Hans Andrias Sølvará í Heilagrunninum