Skriva út
Lagt út: 09.12.2008

Kim Simonsen stuðul til verkætlan

Kim Simonsen, mag.art, hevur fingið játtað 1.9 mió. kr. úr danska Granskingarráðnum fyri mentan og samskifti - Forskningsrådet for Kultur og Kommunikation. 

Játtanin er til verkætlan við heitinum At erindre nationen - Atlas over litteraturens rolle som skaber af færøsk erindringspolitik og dens sociale betydning for fremkomsten af færøsk litterær kulturel nationalisme 1817-1888

Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu bólkar og tjóðir umskipa og fyrisita teirra minni um fortíðar viðurskifti. Ætlanin er at vísa, hvønn týdning eldri bókmentir hava havt fyri skapanina av føroyskari minnismentan og fyri minnis- og samleikapolitikkin í 20. øld.

Verkætlanin fer fram á Institut for Kultur og Identitet á Roskilde Universitetscenter.

Les meira um hesa og um aðrar játtanir í november 2008 frá Forskningsrådet for Kultur og Kommunikation á heimasíðuni hjá Forsknings- og Innovationsstyrelsen.