Skriva út
Lagt út: 27.09.2014

Kári Sólstein heiðraður fyri framúr góða almenna miðling

Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið varð heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2014 latin Kára Sólstein, miðlamanni. Saman við heiðursbrævinum fylgdi ein kekkur uppá kr. 5.000.

Almenn miðling av gransking er ikki einføld, tí evnini ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment. Hesar førleikar vil Granskingarráðið seta ljóskastaran á við at lata eina heiðursløn á Vísindavøkuni.

Vit heittu á fólk um at senda okkum uppskot við grundgevingum. Tá freistin var úti, vóru komin fleiri ymisk uppskot um fólk, sum kundu verið heiðrað fyri síni evni og avrik. Summi vóru í uppskoti fleiri ferðir. Talan var bæði um granskarar, miðlafólk og onnur, sum arbeiða við gransking dagliga.

Í dómsnevndin sum skuldi velja, hvør skuldi heiðrast í ár, vóru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Hesi vóru Ingrid Bjarnastein, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.

Tað var Ingrid Bjarnastein, sum vegna dómsnevndina handaði Kára Sólstein heiðurslønina. Hon segði soleiðis:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2014 verður latin Kára Sólstein.

Fyrst og fremst, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina:
• miðling á høgum stigi til ein breiðan skara
• hann hevur givið íkast, sum økir fatanina av gransking í samfelagnum
• og talan er um fangandi og kjakkveikjandi miðling

Dómsnevndin var ikki í iva um, at fjølmiðlamaðurin Kári Sólstein skuldi heiðrast við Miðlaheiðurslønini hjá Granskingarráðnum í ár.

Kári hevur við útvarpssendingini ”Vitan” í fleiri ár ríkað lurtararnar við góðum, áhuga¬verdum, kveikjandi og upplýsandi tilfari um gransking og granskingarúrslit heilt frá ctd til ferðandi fiskastovnar.

Ein teirra, ið mælir til at geva Kári miðlaheiðurslønina, leggur dent á, at hann “við sendingum og innsløgum sínum á eggjandi hátt hevur miðlað til ein breiðan skara, og at hann við íkasti sínum er við til at gera gransking skilligari.”

Ein annar sigur, at “Kári Sólstein meira enn nakar annar hevur megnað at sett fokus á gransking og vitan. Sendingarnar hava verið væl gjørdar, og evnini hava verið sera viðkomandi.”

Og ein triði, ið mælir til at geva Kára Sólstein Miðlaheiðurslønina, heldur, at “ein dygd hjá Kára er, at hann torir at spyrja ”býtt”. Hann spyr júst tað, sum lurtarin sjálvur hevði spurt, tí evnini eru torskild. Og hann tekur samanum svarini, hann fær, so evnið verður væl lýst, og eingir leysir endar eru.”

Kári hevur sum fáur annar megnað at lata vísindaligt tilfar, sum fyri leik kann vera torskilt, í ein fólksligan, vælskilligan og fangandi ham, so øll kunnu vera við.

Dómsnevndin hevur eisini havt í huga, at hetta er ikki fyrsta ferðin, at Kári er í uppskoti til hesa heiðursløn. Bæði tey undanfarnu árini hava fleiri víst á dygdirnar hjá Kára Sólstein, tá tað kemur til miðling av vísindum og gransking.

Eg fari tí vegna dómsnevndina at biðja Kára Sólstein koma upp at taka ímóti ársins virðisløn fyri framúr góða almenna miðling av gransking.

Síðani handaði hon Kára Sólstein heiðursbrævið.

Í takkarrøðu síni greiddi Kári Sólstein frá sínum arbeiði og áhuga fyri at miðla gransking. Hann legði stóran dent á týdningin av Kringvarpi Føroya sum public service stovni, sum gevur neyðugt rúm til at miðla hetta slagið av tilfari. At enda kom Kári Sólstein við eini beinleiðis áheitan á granskarar um at vera raskari at siga miðlunum frá tí teir gera, meðan verkætlanir eru í gongd, so til ber at fáa tikið upp til ymsar sendingar.

Hetta er triðju ferð, at heiðurslønin fyri almenna miðling av gransking varð handað. Í 2012 var tað Dorete Bloch, professari í lívfrøði, sum fekk heiðurin. Í 2013 var tað Pál Weihe, yvirlækni og granskari, sum fekk heiðurin..

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.