Skriva út
Lagt út: 14.11.2016

Kanningar staðfesta um illgruni um umsorganarsvík verður fráboðaður

Tannlæknar og tannrøktarar hava skyldu at fráboða til myndugleikar, um teir í arbeiði sínum koma fram á viðurskifti, sum geva illgruna um ágang ella umsorganarsvík. Hetta er galdandi í Føroyum eins og í grannalondum okkara.

Ein nýggj norsk kanning, vísir at tað í fleiri førum ikki verður boðað frá illgruna.

Aftenposten hevur drúgva grein um kanning hjá norska granskarum Ingfrid Vaksdal Brattabø. Hon hevur gjørt eina landsumfatandi kanning millum fleiri enn 1500 tannlæknar og tannrøktarar av, hvørt tey hava boðað frá illgruna um umsorganarsvík. Í kanningini svara seks av tíggju, at tey hava sent fráboðan um illgruna til barnaverndina í síni starvstíð. Triði hvør norski tannlækni hevur ikki boðað frá í støðum, tá teir hava havt illgruna um umsorganarsvík.

Hetta er fyrstu ferð at kannað verður, hvussu ofta almennir tannlæknar í Noregi boða barnaverndini frá illgruna um umsorganarsvík. Kanningin er partur av ph.d.verkætlan hjá Ingfrid Vaksdal Brattabø. Hon arbeiðir á Universitetet i Bergen og Tannhelsetjenestens kompetansesenter vest/Hordaland.

Sambært granskaranum sæst munur á fráboðanartølunum í mun til, hvar tannlæknar og tannrøktarar arbeiða, bæði bygd/bý og regionalt, og í mun til aldur, tey yngru boða í miðal oftari frá..

Øll greinin kann lesast her

Føroysk kanning um ágang og umsorganarsvík verður gjørd í løtuni

Tannlæknafelagið ger eina líknandi kanning í Føroyum í løtuni. Her verða tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum spurd, um tey hava havt illgruna um ágang ella umsorganartrot og um hetta tá verður fráboðað. Spurt verður eisini um, hvørjar forðingarnar og avbjóðingarnar við at fráboða eru. Í føroysku kanningini verður í fyrsta umfari ikki spurt um tannheilsu eins og í norsku kanningini.

Kanningin, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum, er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Væntandi er frágreiðingin klár í vár ella tíðliga í summar. Les meira um kanningina her

Fráboðanarskylda og hagtøl um barnaverndarmál í Føroyum

Barnaverndarstova Føroya hevur á heimasíðu sínari kunning um fráboðanarskylduna, har tey millum annað greinað munin á skylduni hjá privatfólki og hjá fakfólki. Fakfólk sum t.d. tannlæknar og tannrøktarar hava herda fráboðanarskyldu og skulu tí boða frá illgruna um at eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi.

Eisini eru hagtøl fyri barnaverndarmál, eitt nú um hvør hevur boðað frá. Nýggjastu tølini eru frá 2015.


Mynd: Torkild Aas, Ullevål sykehus OUS