Skriva út
Lagt út: 04.12.2015

Kanningar av føroyskum rottum almannakunngjørdar

Tvær greinar um kanningar av føroyskum rottum eru nýliga almannakunngjørdar. Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, er høvundur í báðum greinunum saman við samstarvsfeløgum.

Fyrra greinin kallast “Is it too cold for Leptospira interrrogans transmission on the Faroese Islands?” Hon lýsir eina kanning av, um føroyskar rottur eru infiseraðar av bakteriuna Leptospira interrrogans. Niðurstøðan av kanningini er, at bakterian Leptospira interrrogans ikki finst í føroyskum rottum.

Greinin stendur í tíðarritinum Infectious Diseases og kann lesast her:
Høvundarnir eru Per M. Jensen og Eyðfinn Magnussen-

Seinna greinin kallast “Occurrence of fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Brown rats (Rattus norvegicus) on the Faroes Islands”. Hendan greinin er um parasittar, sum liva uttan á føroyskum rottum (ektoparasittar). Á teimum 61 rottunum, sum vóru kannaðar, vóru funnin tvey sløg av loppum og eitt slag av lús.

Greinin stendur í tíðarritinum Norwegian Journal of Entomology og kann lesast her.
Høvundarnir eru Jens-Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen.

Les um Eyðfinn Magnussen í Heilagrunninum

Les um Jens-Kjeld Jensen í Heilagrunninum

Mynd: us.fo