Kanning um arbeiðsviðurskifti hjá føroyskum arbeiðstakarum
Í nýggjari vísindaligari grein verða ergonomisk arbeiðsviðurskifti og vødda- og liðpína hjá føroyskum arbeiðstakarum kortløgd.
Greinin, sum er grundað á kanningina Arbeiðið og Tú, ið sigur nakað um likamligu krøvini hjá føroyskum arbeiðstakarum. Kanningin varð gjørd í verkætlanini Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen og Pál Weihe.
Sambært høvundunum er kanningin tann fyrsta, sum kortleggur ergonomisk arbeiðsviðurskifti umframt vødda- og liðpínu millum føroyskar arbeiðstakarar. Úrslitini úr hesi grein byggja á kanningina Arbeiðið og Tú, og umfatar 5.198 arbeiðstakarar, svarandi til umleið ein fjórðing av føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd.
Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess meira pínu høvdu luttakararnir. Serliga vóru at lyfta/bera og skumpa/hála knýtt at lendapínu, meðan arbeiði við boygdum ella snaraðum ryggi var knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og skrivstovustørvum.
Hendan fyrsta kortleggingin av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum fyribyrgjandi arbeiði, betri ergonomiskum loysnum og tillagingum av arbeiðsuppgávum á føroyskum arbeiðsplássum.
Høvundarnir eru Rúni Bláfoss, Lars Louis Andersen, Simone Vestergaard Christiansen, Thomas Clausen, Pál Weihe og Annika Helgadóttir Davidsen.
Greinin kallast First evidence on ergonomic exposures and musculoskeletal pain among the Faroese workforce og kann lesast her
Verkætlanin var framd í samstarvi millum Heilsugranskingareindina (áður Deildina fyri arbeiðs- og Almannaheilsu), Fróðskaparsetur Føroya og det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í Danmark.
Verkætlanin varð stuðlað av Granskingarráðnum, Vellivforeningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum.
Myndin er lænt frá kvf.fo
