Skriva út
Lagt út: 16.07.2004

Kanning av førleikanum í føroyskari rættskriving

Føroysk rættskriving er torfør í mun til aðrar, vilja fleiri vera við. Onnur halda, at rættskrivingin er ikki torførari enn aðrar, men at undirvísingarhátturin ikki er nøktandi.Vit vita ov lítið um, hvussu føroyingar sum heild duga føroyska rættskriving.

Fyri at koma nærri einum svari, fór Katrin Næs í 2002 í holt við at gera eina verkætlan, hvørs endamál er at kanna føroyska rættskriving. Verkætlanin verður fíggjað av Granskingargrunninum. Katrin Næs heldur til á Granskingardeplinum fyri økismenning í Klaksvík, meðan kanningin fer fram. Hon arbeiðir eisini sum studentaskúlalærari á Kambsdali.

Kanningin, sum byggir á eina uppgerð av 140 stílum frá miðnámsskúlapróvtøkum 2002, skal sýna, hvussu støðan er millum ungar føroyingar við 12-13 ára skúlagongd. Øll frávik frá galdandi rættskriving eru skrásett. Niðanfyri síggjast nøkur úrslit av kanningini:

Talvan sýnir eina bólking av villum í 6 høvuðsbólkar. Tveir bólkar eru burturúr stórir.  Ð-villurnar eru, ikki óvæntað, flestar. Teimum á baki koma bókstavamistøk. Villurnar í hinum bólkunum eru toluliga javnar í tali.

Samanborið við úrslit aðrastaðni er villutalið fyri hvønn stílin rættiliga høgt. So høgt, at sigast má, at støðan er ikki haldbar, tá ein stórur partur av fólkinum (við miðnámsskúlaprógvi) ikki hevur rættiligt tamarhald á rættskrivingini.

Hvat kann so gerast? Helst er neyðugt at seta inn í fleiri støðum:

  1. Við miðvísari undirvísing í skúlunum, sum fer eftir teimum veruligu trupulleikunum í rættskrivingini (eisini á røttum búningarstigi hjá næmingunum).
  2. Møguliga kunnu onkrar tillagingar gerast í rættskrivingini, so órímiligir tvørleikar verða tiknir burtur.

Uttan mun til, hvar ein velur at seta inn, so er neyðugt við størri vitan um innlæringarhættir, undirvísingarhættir, um møguleikar fyri dagføringum ella tillagingum av rættskrivingini. Við øðrum orðum er alneyðugt við gransking á økinum.

Katrin Næs er í løtuni við at gera eina neyva sundurgreining av úrslitinum og fer væntandi skjótt at koma við niðurstøðum, sum kunnu nýtast í føroyskari rættskriving í framtíðini.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum